Netvarp

R7 - Savn

Forfatter: Bárður Norðberg

Herluf Arnason (1902-1975)

Herluf Arnason varð føddur 2. juni 1902 í Havn. Foreldur hansara vóru Geirlaugur Sveinn Arnesen úr Íslandi og Maria Justinussen úr Havn.   Húsini, har hann varð føddur, eru fyri mongum árum síðani tikin niður. Tey stóðu ímillum Kristnastovu og gamla H.N. Jacobsens bókhandil.    Pápin sigldi fyri tað mesta...
Read More

Petur W. Háberg: Flaggrøðan 1965

Flaggdagin 1965 helt Petur W. Háberg flaggrøðuna á Tinghúsvøllinum í Havn: “Tað er kanska onkur, sum tá ið tað spurdist, at eg skuldi halda røðuna her í dag, hevur hugsað sum so: Ná, skulu vit nú hava eina prædiku flaggdagin við? Og til tað er at siga: Hvat um...
Read More

Victor Danielsen (1894-1961)

Fyrilestur eftir Z. Zachariassen í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 28. september 2008 í sambandi við at minnisvarði Victor Danielsens varð avdúkaður. Æraða samkoma!Eftir áheitan frá mentanarnevndini og standmyndanevndini í Fuglafjarðar býráð, sum eg takki hjartaliga, er tað mær ein heiður á hesum merkisdegi, at halda ein stuttan fyrilestar um merkismannin,...
Read More

Andrew W. Sloan (1896-1973)

Mynd: Andrew W. Sloan, teknað hevur Frithjof Joensen Andrew William Sloan var føddur 9. februar 1896 og andaðist 15. september 1973.    Hann var sonur skotska trúboðaran William Gibson Sloan, sum kom til Føroya í 1865 at boða gleðiboðskapin um fríu frelsu Guds, av náði, við trúgv á Jesus Kristus eina. Eins og...
Read More

Zarepta 40 ár

Eftir Z. Zachariassen Fyrsta barnalega av sínum slag byrjaði í Zarepta í Vatnsoyrum fyri 40 árum síðani. Eldsálin aftanfyri tiltakið var Brynleif Hansen, sáli, úr Fuglafirði, sum longu tvey ár framman undan, saman við øðrum, hevði skipað fyri væleydnaðum barnalegum í ALV-húsinum við Áir. Við tað at hetta húsið...
Read More

Zacharias Zachariassen: Missiónssøgan í Føroyum

Søgan hjá eini tjóð hevur alstóran týdning fyri bæði núlivandi og komandi ættarlið. Tað unga ættarliðið - eins og vit øll - mugu læra søgurøtur okkara og tjóðarsøgu at kenna! Onkur hevur sagt: "Tann tjóð, ið ikki kennir sína søgu, er ein fátæk og rótleys tjóð!"...
Read More

William G. Sloan: Dópurin og hin nýggja føðingin

Í einum riti – „Dåben og den nye fødsel” – ið varð givið út í 1882, sigur trúboðarin William Gibson Sloan (1838-1914) m.a. hetta: „Hvussu verður ein føddur av nýggjum?" Tað er við at trúgva evangeliinum (t.v.s. hetta er fyri tey, sum duga á at skyna)....
Read More

Ingálvur av Reyni (1920-2005)

Ingálvur av Reyni varð føddur 18. desember 1920 og varð heimkallaður til Harran, tann 26. november 2005, 84 ára gamal. Afturat yrki sínum sum listamaður var Ingálvur virkin á øðrum økjum. Hann var sunnudagsskúlalærari í Ebenezer í okkurt um tríati ár, har hann segði frá bíbliusøgum, skipaði fyri sanginum og...
Read More

Berøa í Saltangará 40 ár

Miðskeiðis í tríatiárunum vóru tað nakrar fáar familjur í Heiðunum, sum hoyrdu til brøðrasamkomuna og sum ynsktu at savnast um Harrans borð (breyðbróting). Úti á Toftum var brøðrasamkoma, so tey gingu hvønn sunnumorgun út á Toftir fyri at minnast deyða Harrans við breyði og víni. ...
Read More