Netvarp

R7 - Savn

Forfatter: Bárður Norðberg

Svínoy – minnisvarði reistur

Stórsligin fagnaðardagur í Svínoy Nógv hundrað fólk vóru hjástødd, tá ið minnisvarðin yvir svínoyingar, sum eru farnir av vanlukku á sjógvi og landi varð avdúkaður Men tað spældi so framúr væl av í Svínoy leygardagin 15. juni 2019, tá ið tað varð skipað fyri stórslignum hátíðarhaldi í sambandi við,...
Read More

Bíblian á føroyskum í sjeyti ár

Dagurin í dag, tann 19. mars 2019, er ein heilt serligur merkisdagur í Føroya søgu, tí henda dag fyri 70 árum síðan, í 1949, lá fyri fyrstu ferð øll Bíblian á føroyskum máli á borðinum....
Read More

Zacharias Zachariassen (1935-2017)

Jóanes Hansen skrivar: Í fram ímóti seksti árum var Zacharias trúboðari innan brøðrasamkomurnar í Føroyum, har hann er væl kendur og umtóktur.  Zacharias var fyrsti føroyingurin, sum fór á Moorlands bíbliuskúlan í Onglandi, har fleiri føroyingar seinni leitaðu sær. Hann fór á skúlan í 1958, og eftir at hann hevði verið...
Read More

Finnleif Durhuus: Kringvarpssendingar

Fyri umleið áttati árum síðani kundi ein á okkara leiðum á fyrsta sinni hoyra andaligan sang og onkuntíð evangelisk møti gjøgnum loftbornan miðil. Hetta var á hini sokallaðu fiskabylgjuni. Sjálvt um hetta var gjørt undir sera primitivum umstøðum og við einfaldari útgerð, vóru tað mong, sum gleddust um at...
Read More

Jens Guttesen (1916-1996)

Poul Jóhan Djurhuus skrivar: FAGNAÐARLØTA Í EBENEZER– evnaríkur tónasmiður Fyri meira enn 90 árum síðani stóð ein 6 ára gamal smádrongur undir grótgarðinum millum gamla Sparikassan og gamla Ebenezer og eygleiddi børnini, sum fóru í sunnudagsskúlan í Ebenezer. Ein ungur maður kemur út á trappuna og bjóðar dronginum í...
Read More

Poul F. : Kvøða til Victor Danielsen

Í 1961, tá ið trúboðarin Victor Danielsen (1894-1961) fór heim til Harran, skrivaði skaldið Poul F. Joensen (1898-1970) hesa kvøðu til Victor: KVØÐA TIL VICTOR DANIELSENS Eg virði teg hátt, tú ein stríðsmaður var,sum gav alt fyri hugsjónir tínar,eg fati teg væl, tó eitt bládýpi var,millum hugmyndir mínar og tínar. Tí...
Read More

Gamli Sloan og Sjóvarbóndin

Símun Absalonsen:Fyrilestur, í Ebenezer tann 4. september 2014 Um ár 1860 fór ein stór evangelisk veking fram í Skotlandi. Slíkar vekingar finnast nogvar av í bretskari trúarsøgu.Bretland hevur sína heilt serligu trúarsøgu frá miðøld og fram til 20. øld. Tað tykist sum at tað er nakað annað og meira enn...
Read More

Petur W. Háberg – 100 ára minni

Orð á 100-ára minnisdegi Petur Háberg (1914-1984) 31. august 2014. Zacharias Zachariasen skrivar:   Eg stóð sum negldur til gólvið á leigukamari mínum í Dr. Jacobsensgøtu 11 eitt kvøldið seinast í fimmtiárunum, meðan eg lurtaði eftir fyrilestri, ið Petur Háberg hevði í útvarpi Føroya um Gamla Sloan. Eg var júst...
Read More

Brynleif Hansen – páskasangur

Tey flestu kenna navnið Brynleif Hansen. Hann var ein íðin evangelistur, sum brendi fyri at leiða menniskju til Jesus. Hann byrjaði leguarbeiðið í Zarepta í Vatnsoyrum, sum hevur verið til signing fyri so mong....
Read More