Netvarp

R7 - Savn

Brynleif Hansen – 90 ár

BRYNLEIF HANSEN, Evangelistur

11.oktober 1936 – 90 ár

__________________________________________________________________

Kristiliga Tíðindatænastan v/Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar

Skrivað: 10.10.2026 – Tlf: +298 228314 – gjaranes@gmail.com

Sí youtube: IKTUS-sjónvarp/poul jóhan djurhuus

___________________________________________________________________

BRYNLEIF HANSEN, Evangelistur

11.oktober 1936 – 90 ár

Í dag, 11. oktober, hevði TRÚBOÐARIN BRYNLEIF HANSEN, um honum var lív lagað, kunna hildið sín 90 ára dag. Tað er torført at siga hvar maðurin og hansara familja hevði verið henda merkisdag, um so var, at hann enn var millum okkara.

Fleiri siga, at hann neyvan hevði havt búleikast í Føroyum tey nógvu seinastu árini, hetta tí, at honum lá nógv á hjarta at náa út har, sum evangeliið var sjáldan at hoyra, og har var Frankaríki eitt av londunum, sum Brynleif brendi fyri og tosaði nógv um. Tað var nokk ikki av ongum, at Brynleif fór evangeliseringsferð til Frankaríki á sumri í 1964 27 ára gamal. Hann beyð unga vinmanni sínum Páll á Lakjuni at koma við, sum tá var 17 ára gamal. Hendan vitjanin í Frankaríki hevur økt um missiónsperspektivini hjá Brynleifi, tí tey fylgjandi árini tosaði hann nógv um hetta stóra landi í Europa, sum hungraði eftir evangeliinum.

Hóast Brynleif var maðurin, sum legði rygg til summarlegurnar við Áir og Zarepta, so hevði hann nokk ikki ætlanir at verða “fast ansettur” leiðari har restina av lívinum. Hann var ein íbyrtari, ein íverksetari, ein íblásari, og tað var nokk soleiðis hann hugsaði, tá hann setti spakan í jarðarstykki í Vatnsoyrum til Zarepta: “Hetta verður eitt arbeiði, sum aðrir koma at føra víðari!”

Hann skipaði fyri bert 6 summarlegum, tveimum við Áir og fýra í Zarepta, so flutti hann av landinum, men ikki júst soleiðis sum hann hugsaði tað – men soleiðis loyvdi Harrin honum at flyta til eitt annað land, har hann hevði sín veuliga borgaraskap!

FERÐIN TIL ÍSLANDS

Summarlegan í Zarepta var ikki heilt farin aftur um bak í 1970, tá hann, honum líkt, legði ætlanir at fara uttanlands við evangeliinum. Hann setti seg í samband við trúboðaran Jógvan Purkhús í Íslandi, sum tá hevði virkað í Íslandi í 6 ár, við fyrispurninginum at koma til Íslands. Jógvan tók væl ímóti hugskotinum, og fór tí undir tær neyðugu fyrireikingarnar.

Týsdagin 08. september fóru Brynleif og vinmaðurin Eyðfinn Poulsen við Iceland Air til Reykjavíkar. Hann hevði bjóða unga vinmanninum Eyðfinni at vera við. Eg veit, at tað var ein stórur uppmuntringur fyri Brynleif at Eyðfinn samtykti at koma við.

Teir vitjaðu í Íslandi í 17 dagar. Teir høvdu møtir og býttu út kristiligan lesna bæði í Reykjavík, Keflavík, Akureyri og øðrum støðum. Á Akureyri kom ein ung genta til trúgv á Jesus, sum úrslit av vitjanini hjá Brynleifi og Eyðfinni.

Áðrenn hann fór til Íslands, hevði hann givið Harranum lyfti, at tá hann kom aftur úr Íslandi, skuldi hann fara runt í Føroyum at evangelisera og byrja í Mykinesi. Fyrrapartin leygardagin 26. september skuldi ferðaflogfarið hjá Icelandair úr Reykjavík lenda í Vágunum. Brynleif og Eyðfinn vóru millum ferðafólkini. Men klokkan 10:57 misti flogvøllurin í Vágum sambandi við flogfarið. Brynleif Hansen var millum tey átta, sum lótu lív hendan feigdardagin undir Knúki í Mykinesi – tá ferðin í Íslandi var liðug, legði hann sítt lív niður í Mykinesi; uttan iva ein sterkur vitnisburður fyri fleiri.

Fleiri ár seinni er komið fram, sambært keldum hjá Jógvani Purkhús, at meðan Brynleif liggur undir flogveinginum, sær hann eitt av ferðafólkunum liggja ikki langt frá, har hann lá. Tá spyr Brynleif viðkomandi: “Ert tú frelstur?” Ein vitnisburður um hvussu bjart evangeliski vitin lýsti í Brynleifsa lívi. Í hesum sambandi kundi verið hóskandi at enda minnisgreinina við niðurlagnum í sanginum: “Bjart várs Faðirs náði skínur.”

Lat hitt lægra ljósið brenna,

lýsa bjart og sløkna ei,

so ein skúta, stødd í vanda,

finna kann ta beinu leið!

Mynd tikin uttanfyri húsini hjá Jógvani og Rósu á Akureyri. Jógvan tekur myndina við fototólinum hjá Brynleifi, sum lá millum viðføri hjá Brynleifi. Rósa, kona Jógvan, stendur til vinstru, so kemur Brynleif og uttast til høgru er Eyðfinn. Børnini eru tey trý elstu hjá Jógvani og Rósu. Myndin er tikin beint áðrenn teir fóru til Reykjavíkar. Hetta er seinasta myndin, sum tikin er av Brynleifi.

Secret Link