Netvarp

R7 - Savn

Forfatter: Eirikur Norðberg

Á Torginum 4. mei 2021

2021-05-04 Á TorginumVertur: Eirikur Norðberg Skrá:Intro: Vælkomin og frágreiðing frá sendinginiSangur: Oslo Gospel Choir – You are the lightSangur: Jóannes S. Hansen – Tá Hann kemurSamrøða: Marjun og Páll Poulsen – Um teirra virki í Suðurgrønlandi – 2021-04-27Sangur: Felagssangur í Ebenezer – Er mítt lív ein signingarkelda – NSGF...
Read More

Á Torginum 27. apríl 2021

2021-04-27 Á TorginumVertur: Eirikur Norðberg Skrá:Intro: Vælkomin og frágreiðing frá sendinginiSangur: Ingálvur av Reyni – Vaknaður vársins sangurAnnonseringSangur: Ebenezerkórið – Tá ið á vári blómur sprettaAndakt: Ein dag í senn 28Sangur: Felagssangur – Spyr Harran fyrst – NSGF 724 – 19951112AnnonseringSangur: Lisa Frederiksberg – Guds náði broytir altUpplestur: Árni...
Read More

Ungdómsstevna í Ebenezer – Frelstur og hvat so?

Ungdómsstevnan í Ebenezer, við yvirskriftini “Frelstur og hvat so?” verður frá hósdegnum 6. mei til sunnudagin 9. mei. Hóskvøldið kl. 20 – Símun Absalonsen talar Fríggjakvøldið kl. 21 – Oddur á Lakjuni talar Leygardagin frá kl. 11 vera tríggir bíbliutímar, og eisini verður boðið til døgverða í steðginum. Leygarkvøldið...
Read More

Á Torginum týskvøldið

Í sendingini á Torginum týskvøldið 4. mei 2021 kl. 21 á Radio.fo verður samrøða við Marjun og Páll Poulsen. Tey virka sum trúboðarar í Suðurgrønlandi. Teirra høvuðsvirki er barnalegur. Eisini byrja vit eina røð har Richard Schwartson talar um skapanina. Og sum vant verður blandaður sangur og tónleikur spældur....
Read More

Hoyrispæl um Jesu líðingarsøgu

Skírðishósdag, langafríggjadag og páskadag sendir Evangeliska Røddin hoyrispæl um Jesu líðingarsøgu á útvarpsstøðini Radio.fo. Sent verður allar tríggjar dagarnar kl. 13:30. Endursent verður teir báðar fyrstu dagarnar kl. 22, meðan páskakvøld verður endursent kl. 20. Absalon Absalonsen skrivaði og Evr framleiddi. Tað vóru Bárður Norðberg, Martin Johannessen, Elisabeth Mortensen...
Read More

Ingálvur av Reyni á talgildu stroymingtænastunum

Nú Kringvarp Føroya í hesum døgum sendir tvær dokumentar sendingar um Ingálv av Reyni, kann leggjast afturat at útgávan “Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar”, ið kom út ´2017, nú eisini er tøk á talgildu stroymingtænastunum s.s. spotify, apple music v.fl. Úr rúgvuni av upptøkum har Ingálvur syngur,...
Read More

Føroyavitjanin hjá Wurmbrand – nú at hoyra á netinum

Sabina og Richard Wurmbrand vitjaðu í Føroyum í september í 1977 og í 1981. Tey greiddu frá aktuellu støðuni hjá teimum kristnu handan jarntjaldið, sum tá var upp á tað ringasta. Tað var ein føroysk nevnd, sum hevði bjóðað Wurmbrandhjúnunum til Føroyar og sum legði vitjanina til rættis. Í...
Read More

EvR útgávur nú á netinum

Ein liður í evangeliska arbeiðinum hjá Evangelisku Røddini gjøgnum tíðina, hevur verið at geva út sang og tónleik – tað veri seg plátur, kasettubond og fløgur. Fleiri enn 30 útgávur eru komnar út frá Evangelisku Røddini. Nú eru tríggjar av teimum tøkar á talgildu tónleika pallunum, og næstu vikurnar koma fleiri og fleiri....
Read More

Hann var ein brennandi talari, tá eg var ungur – hoyr hann her

John Færø, Klaksvík skrivar: Tá eg var ungur, var Kaj Johannesen, sum nú er heima hjá HARRANUM, av ídnastu talarum í samkomunum og ein andalig fyrimynd, bæði í sínum nærumhvørvi í Klaksvík og kring land okkara. Mangan sótu vit undir vektini av boðskapi hansara, sum altíð bygdi á hitt...
Read More

Kunning til lurtarar hjá Evr

Sum fleiri kanska frættu í miðlunum í gjár, nýggjársaftan, steðgar útvarpsrásin R7. Tó hevur nýggja útvarpsstøðin Radio.fo gjørt avtalu við eigararnar av sendinetinum um at yvirtaka somu sendifrekvensir sum R7 sendi á. Evangeliska røddin hevur fingið møguleikan at royna at senda okkara vanligu sendingar á nýggju útvarpsstøðini. Tí koma...
Read More