Virksemi

Høvuðsvirksemið í dag er nærvarpssendingar gjøgnum Rás 2, sum hoyrist víða um og arbeitt verður framhaldandi við at útbyggja sendinetið, soleiðis at tilber at náa nærum alt Føroya land.

Sent verður regluliga á Rás 2:

”Kelduvaðið” Sunnudag kl. 21.00  -  Endursent hóskvøld kl. 21.00
”Á Torginum” Týskvøld kl. 21.00  -  Endursent sunnudag kl. 12.30
     

EvR fæst eisini við at geva út fløgur við góðum andaligum sangi og tónleiki – í dag verða sett stór krøv til dygdina – bæði tónlistarliga og tekniskt - og hesi krøv halda vit at vit nøkta sum er.