Songbók Guds Fólk

Sálmabókagrunnurin
Songbók Guds Fólks

Seinasta útgáva av „Songbók Guds Fólks“ kom í 1976. Grunsins vegna skrivar Petur Háberg eftirmæli aftast í bókini, har hann sigur m.a.:
„Søgan um hina andaliga sangin á føroyskum er ikki long, men tó hevur tað óivað sín týdning fyri yngra liðið at vita eitt sindur um hana.

1920 - 1923
Jens av Reyni sigur í bók síni „Sálmar okkara“, at hann í 1920 bar upp á mál við Victor Danielsen, at vit áttu at fingið teir sálmar, vit nýttu við samkomur okkara, á føroyskum. Úrslitið var, at um jóltíðir 1920 gav Jens av Reyni út savnið „Sálmar“ við 85 andaligum songum. Hendan bók varð so væl fagnað, at longu í 1922 kom hon út aftur, hesa ferð økt til 121 sangir.
Í 1923 kom eitt uppískoyti til hesa bók, soleiðis at talið nú varð økt til 179. Tá kom steðgur í hesa útgávu frá „Jens av Reyni's Bókahandli“.
Í bókini „Søgur um Sangir“ verður m.a. soleiðis tikið til: „Tað hevði ómetaliga stóran týdning, táið trongdin kom upp í trúgvandi Føroyingar at kunna syngja hin nýggja sangin á føroyskum, at menn tá vóru, sum brennandi í andanum vóru førir fyri bæði at týða og yrkja sangir, sum gingu fólkinum til hjarta“. M. A. Jacobsen skrivaði í „Varðanum“ í sambandi við „Sálmar“ frá 1920 og 1922 m.a.: „Tað er ivaleyst, at øll, ið lesa hesar sálmar, vilja sanna, at teir eru lættir at skilja, og eg haldi ikki, at nakar av røttum kann finnast at tí málsliga búnanum, sálmarnir eru klæddir í. Málið er yvirhøvur gott og fellur væl og náttúrliga og hóskar eisini væl við innihaldið, ið er einfalt og fábroytt. Sálmar sum hesir, ið eru týddir við skaldsligum hegni, vilja altíð ganga at hjartanum“. Eini 10 ár seinni tekur Chr. Matras soleiðis til í „Varðanum“: „Stóran málsligan týdning hava tær bøkur við føroyskum sálmum, sum brøðrasamfelagið gevur út, tí hesir sálmar hava verið sungnir av fólki úr øllum trúarfeløgum. V. Danielsen hevur yrkt og týtt flestallar sálmarnar, og tað er einki yvir at dylja, at hesin maður hevur sjáldsamar skaldsligar gávur“.
Og kanska vit her skulu nevna tað, sum ein trúgvandi maður hevur skrivað: „Eg havi sagt tað fyrr, og eg sigi tað aftur nú: Tað var gott, at tað var ein maður við sonnum skaldagávum, sum fór undir hetta verk og ikki evnaleysir rímsmiðir“!

1928 - 1932
Nøkur ár vórðu føroyskar og danskar bøkur nýttar saman á møtunum. Men í 1928 gav samkoman í „Betesda“ í Klaksvík út eina „Evangeliska songbók“ við bæði føroyskum og donskum sálmum, tilsamans 355 í tali.
Og í 1930 gav samkoman í „Bethel“ í Vági eina bók út við 311 sálmum. Av teimum vóru 51 føroyskir. Í 1932 kom „Guds Fólks Songbók“ út, í varðveitslu hjá Jens av Reyni. Í hesi bók vóru 428 sangir, mest ætlaðir til nýtslu á møtum fyri trúgvandi. Hóast fátæktin var nívandi í Føroyum tá, er hetta tann songbókin, sum mest hevur verið gjørt burturúr viðvíkjandi prenting og útsjónd í heila tikið, og var hon eisini ein sera vøkur og íheimlig bók.

1939 - 1946
Tað koma av og á smærri bøkur og hefti við evangeliskum songum, og gav „Ebenezer“ eitt savn av hesum songum út í 1939, „Evangelisk Songbók“ við 358 songum og sálmum. Eisini “Ebenezer“ læt í 1942 “Guds Fólks Songbók“ prenta uppafturi 2. óbroyttu útgávu.
Í 1946 gevur Victor Danielsen út aftur hesar báðar seinast nevndu bøkurnar, óbroyttar og í tveimum bókum: „Guds Fólks Songbók“ fyri seg og „Evangeliska Songbók“ fyri seg.

1952 - 1976
So koma vit til árið 1952. Tá fer „Nýggja Forlagið“ í Fuglafirði at geva út allar sangirnar og sálmarnar, ið prentaðir høvdu verið áður og nýggjar sangir afturat, í einari bók, „Songbók Guds Fólks“. Her kom nummarrøðin upp á 1152 - helst hitt hægsta talið í nakrari songbók í Norðanlondum.“
Í útgávuni frá 1976 eru 1192 sálmar, og Petur Háberg endar eftirmælið soleiðis:
„ ...tá nú seinasta hond er løgd á verkið, so er tað við teirri vón og inniligu bøn, at Harrin skal kunna nýta bókina til signingar fyri fólk sítt og til vakningar fyri tey, ið ikki kenna hann“.