Høvuðsvirksemið hjá Evangelisku Røddini í dag er nærvarpssendingar á Rás 2, sum hoyrist víða um. Arbeitt verður framhaldandi við at útbyggja sendinetið, soleiðis at tilber at náa nærum alt Føroya land.
Sent verður regluliga:
"Á Torginum", hvørt týskvøld kl. 21.00
(verður endursend sunnudag kl. 12.30)
Ofta verður sent beinleiðis, við áhugaverdum gesti í útvarpsstovuni, har lurtararnir eisini fáa høvi at ringja inn. Høvi verður givið til vitnisburð.


