|
Kristniboðssambandið er sjálveigandi stovnur við tilknýti til Brøðrasamkomurnar í Føroyum. Felagsskapurin eigur og rekur ognina við Landavegin 98, Tórshavn. Kristniboðssambandið hevur til endamáls at hjálpa og stuðla trúboðarum, sum virka út frá samkomunum av brøðrum í Føroyum. Eisini verður virkað fyri at kunna um trúboðaravirksemi bæði fjar og nær. "Úti á Fløtum“, sum staðið vanliga verður nevnt, er ymist virksemi. Evangeliska Røddin hevur upptøkustudio og band- og fløgutænastu í húsunum. Ung og eldri hava høvi at royna seg við sangi og tónleiki í góðum studio. Fløgurnar sum EvR gevur út verða gjørdar Úti á Fløtum. Eisini NTM, New Tribes Mission, føroyska deildin, hevur skrivstovu í húsunum hjá Kristiboðssambandinum. Símun í Túni, ættaður av Toftum, sum er trúboðari í Venesuela, er leiðari í NTM, Føroya Deild. Vetrarmánaðirnar savnast ung til ymisk tiltøk Úti á Fløtum. Nevndarlimirnir í Kristniboðssambandinum eru:
Karl Jóhan Nielsen, Vatnsoyrar, formaður Justinus K. Eliassen, Leirvík Hjørleif Vang, Kaldbak Magni Jacobsen, Klaksvík.
|