Kristnastova
Birmavej 36
DK-2300 København S
Telefon: (+45) 32 55 18 09
Telefax: (+45) 32 58 61 49
Teldupostur:
Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.
Heimasíða: www.kristnastova.dk

Kristnastova er ein føroysk, kristilig miðstøð í Keypmannahavn, har fundir verða hildnir hvørt fríggjakvøld kl. 20 og sunnudag kl. 11. Skipað verður eisini fyri øðrum tiltøkum.
Eisini er tað eitt ynski at veita leiðbeining, stuðul og hjálp til tann, sum á onkran hátt hava brúk fyri okkum. Vitjað verður á Ríkissjúkrahúsinum og sjúklingahotellinum Tórshavn, har Kristnastova hevur ábyrgd av andaktini annaðhvørt týskvøld kl. 20.


