Á Torginum 7. november á R7

Á Torginum týskvøldið 7. november kl 21 á R7.

Lisið verður úr bókini “Sornhúsfólkini”. Absalon Absalonsen skrivaði og Heri Tróndheim lesur.

Tala við Jacob Olsen, har evni er “Frelsa Guds”. Send á Trans World Radio 6. Juni 1967.

Eisini verður góður sangur at hoyra.

Eirikur Norðberg leggur til rættis.

Sendingin verður endursend sunnudag kl 12.30.

SAMFELAGSSTEVNAN netvarpað

Aftur í ár netvarpaði EvR frá Samfelagsstevnuni. Nógv vóru á netinum, t.d. meira enn 1300 sunnukvøldið, og fleiri søgdu okkum frá, at tey vóru glað fyri henda møguleikan, at vera á Samfelagsstevnu, sjálvt um tey vóru stødd aðrastaðni í verðini.
    Hesaferð var sunnudagsskúlin í høllini á Hálsi, og eisini tá varð netvarpað. Vit frættu, at í onkrum sunnudagsskúla í Suðuroynni fylgdu børnini við sunnudagsskúlanum í Havn.
    Undir "NETVARP" á breddanum her omanfyri, ber til at síggja fleiri netvarpssendingar, ið verið hava.

TRÝST HER

KELDUVAÐIÐ 05. november

Sunnukvøldið 5. nov. kl. 20.00 á R7, sum hoyrist um alt landið á FM. 102 og FM. 107
Seinni partur av møti í Elim í Søldarfirði frá 2010. 
Sangir: Nr. 374. “Verdur verdur verdur.” Og Nr. 1141. “Enn enn er rúm.”
Orðið fyri dagin: “Jesus verður dómari.”  Jóhan Larsen lesur.
Sangur Nr. 1316. “Á tey kæru sum mær bíða.”
Tala:  John Høj.  “Jóh. kap 17.”
Endi og bøn:  Dávur Jacobsen.
Sangur. Nr. 916. “Nærri enn nærri.” Elim barnagospel kór.
Vertur og lagt til rættis:  Jóhan við Neyst.
Endursent verður hóskvøld kl. 21.00

Á Torginum 31. oktober á R7

 Á Torginum týskvøldið 31. oktober kl 21 á R7.

Lisið verður úr bókini “Sornhúsfólkini”. Absalon Absalonsen skrivaði og Heri Tróndheim lesur.

Vit hoyra samrøður við Marjun og Páll Poulsen um barnalegurnar í Nimerialik og um verkið í Suðurgrønlandi. Samrøðurnar vórðu gjørdar í Grønlandi í oktober mánaði.

Eisini verður góður sangur at hoyra.

Eirikur Norðberg leggur til rættis.

Sendingin verður endursend sunnudag kl 12.30.

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo