Netvarp

R7 - Savn

Sendingin “Á torginum” aftur á Rás2

Eftir ein steðg á seks vikur eru vit nú aftur við vanligu sendingini “Á torginum” á Rás2 í annaðkvøld, týskvøldið kl. 21 við endursending sunnudagin kl. 12:30. Tey ungu hava havt fimm “Túnatos” sendingar. Væntandi vera tey aftur á skrá í heyst. Hesuferð prátar Eirikur Norðberg við Hans Djurhuus...
Read More

Árligi aðalfundurin hjá OM-Føroyar 2024

Árligi aðalfundurin hjá OM-Føroyar varð hildin seinasta mánadag 22. apríl  á gamla Spinnarínum í Klaksvík. Væl av fólki var møtt upp til fundin, sum var settur kl.19:00 av Jens Chr. Olsen, sum er nevndarformaður í OM-Føroyar. Formaðurin Jens Chr. Olsen hevði árligu formansfrágreiðingina, har hann m.a. greiddi frá árligu...
Read More

Túnatos 4. partur – Bíblian

Visti tú av, at Bíblian er mest selda bókin nakrantíð? Og um hana viðgera vit í næsta parti av Túnatos. Hvat er hetta fyri ein bók? Er hon góð fyri okkum? Er hon sonn, og kann hon vera við til at broyta okkum?...
Read More

Møtirøð í Hósvík í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum 12.-14. apríl verða møtir í bygdarhúsinum í Hósvík: Hvussu virkar kærleiki Guds? Doyði Jesus fyri øll menniskju? Er vón fyri øllum menniskjum? Hesir spurningar eru partur av tí, sum talað verður um í stuttari møtirøð í bygdarhúsinum í Hósvík hetta vikuskiftið 12. til 14. apríl. Jógvan Mortensen,...
Read More

Túnatos 3. partur – Heilsa

Granskarir siga at vit hava fimm sløg av heilsu: fysisk, mental, andalig, kenslulig og sosial.Í partinum fara vit at tosa mest um tríggjar tær fyrstu heilsurnar. Vit fara at tosa um spurningarso sum: hvat merkir tað, at hava góða heilsu? Og hvat ávirkar heilsuna? Her er Josiah vertur og...
Read More

Bíbliutímarøð í Berøa

Í tíðarskeiðinum frá 8. apríl til 13. mei verður Berøa í Saltangará karmur um bíbliutíma-røðina “Frá skapan til Ábraham”, har øll eru vælkomin at luttaka, sum ynskja at koma at kenna orð Guds og HARRAN betur og soleiðis vaksa andaliga – bæði ung og eldri. Undir heitinum “Hvat lærir...
Read More

130 ár síðani Victor Danielsen var borin í heim

28. mars vóru 130 ár liðin síðani Victor Danielsen var borin í heim. Hann andaðist á kyndilsmessu, 2. februar 1961. Á 100 ára degnum gjørdi sjónvarpið eina sending um Victor. Hon sæst her: Jóannes Hansen skrivaði eina grein í Sosialin 15. apríl í 1992 um Victor og nýggja salin...
Read More

John í Skemmuni sjeyti ár

John í Skemmuni er føddur tann 29. mars 1954 í Porkeri, har hann vaks upp. Foreldrini vóru Daniel Poulsen og Sigrid, fødd Thomsen, bæði úr Porkeri. John er giftur við Rutt, fødd Norðberg, úr Vági, og búgva tey í Porkeri. Børn teirra eru Sigrid, Pætur, Ása og Eva, og...
Read More