Mansstevna í Zarepta

Frá fríggjakvøldinum 20. sept. kl. 19 til sunnudagin 22. sept. kl. 13

Hjartaliga vælkomnir á mansstevnu í Zarepta at njóta eitt vikuskifti saman við øðrum monnum í hugnaligum umhvørvi aftur við uppbyggjandi boðskapi, har vit leggja dent á

gott og gevandi samfelag millum menn, góðan felagssang, og so verður eisini høvið til at royna ta nýggju svimjihøllina – so um tað hevur áhuga, so er at taka svimjibuksur við :)

Hesaferð er evnið hin heilagi bardagin, sum ein og hvør frelstur maður dagliga upplivir.

Á skránni verður eitt nú:
 Samrøða við Jógvan Páll Steinberg: Umvending, fráfall og endurnýggjan
 Sigurð Ó. Vang: Skíggjar sum fanga – skynsom miðlanýtsla
 John í Skemmuni: Týðandi avgerðir í andaliga lívi okkara
 Sebastian Edelmann: Havi eg tíð?
 Jákup N. Olsen: „HARRIN hevur givið Mær lærisveinatungu“

Tilmelding fer fram á www.zarepta.fo

HJARTALIGA VÆLKOMNIR Á MANSSTEVNU
  – OG BJÓÐIÐ ENDILIGA ØÐRUM VIÐ!

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo