Páskamøtir í Bylgjuni í Runavík

Frá samkomunum í Nebo, Berøa, Elim og Nerija:

Tað er okkum ein gleði at bjóða til samfelagsmøtir á páskum.
Møtini vera undir heitinum Brann ikki hjartað í okkum, Lukas 24,32.

Møtini vera frá skírisdegi 18. apríl og fram til páskadag 21. apríl.
Lagt verður fyri skíriskvøld klokkan 20 við møti í Nerija á Skála.
Langa fríggjadag, páskaaftan og páskadag vera møtini í ítróttarhøllini Bylgjuni í Runavík.

 

Skipað verður fyri barnamøtum, meðan møtini eru langa fríggjakvøld og páskadag – bæði seinnapartin páskadag og páskakvøld. Sangkórini í Nebo, Siloa og Betesda fara at luttaka.

Ungdómsmøtir vera langa fríggjakvøld, páskaaftan og páskakvøld. Páskakvøld verður ungdómsmøtið í Nebo á Toftum.

Vit bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin at nýta høvið at savnast saman við okkum í samkomunum kring Skálafjørðin um páskaboðskapin og undir heitinum

Brann ikki hjartað í okkum:
Soleiðis tóku teir báðir á veg til Emmaus til, tá ið Harrin Jesus hevði útlagt skriftirnar fyri teimum frá Mósesi og frá øllum profetunum og um tað, sum í øllum skriftunum er sagt um Hann, at Kristus átti at líða hetta og so fara inn til dýrd Sína.

Skrá fyri møtini:

Skírisdag 18. apríl
kl. 20 Møti í Nerija – Páll Poulsen talar

Langa fríggjadag 19. apríl
kl. 19 Møti í Bylgjuni – Pól í Skorini og Sámal Mikkelsen tala
kl. 22 Ungdómsmøti í Bylgjuni – Jógvan Martin Davidsen

Leygardag 20. apríl
kl. 20 Møti í Bylgjuni – Tom Roberts talar
kl. 22.30 Ungdómsmøti í Bylgjuni – Áron á Roykheyggi talar

Páskadag 21. apríl
kl. 11 Minnismáltíð Harrans í Bylgjuni – Símun Pætur á Torkilsheyggi talar
kl. 16 Møti í Bylgjuni – Ingvard Petersen talar
kl. 19 Møti í Bylgjuni – Klæmint Eliasen talar
kl. 22 Ungdómsløta í Nebo – Johann Petersen talar


Samkomurnar í NEBO, BERØA, ELIM og NERIJA

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo