GLS Í NORÐURLANDAHÚSINUM

GLS Í NORÐURLANDAHÚSINUM
- áhugaverdir fyrilestrahaldarar

Árliga GLS leiðara-ráðstevnan verður aftur í januar. Hetta verður 11-inda ráðstevnan og 10-unda ár síðani fyrstu stevnuna í 2008.

Seinastu 10 árini hava tað verið fleiri túsund tilmeldingar av bæði kvinnum og monnum, sum hava luttikið á GLS-RÁÐSTEVNUNUM, og Kristiliga Tíðindasendingin hevur skilt, at tilmeldingaráhugin er eins stórur í ár sum undanfarnu árini. 

Ráðstevnan verður aftur í ár í Norðurlandahúsinum fríggjadagin og leygardagin 19 – 20 januar 2018.

Temaði í ár verður - ØLL HAVA ÁVIRKAN. Tað verða ikki færri enn

10 fyrilestrarhaldarar, sum aftur í ár verða at síggja á stórskíggja. Allir fyrilestrarnir verða føroyskt tekstaðir.

UNI RASMUSSEN
Føroyski fyrilestrarhaldarin í ár verður Søldfirðingurin Uni Rasmussen, sum kemur at hava fyrilestur á staðnum. Uni Rasmussen hevur verið blindur í mong ár eftir eitt ferðsluóhapp. Hann steðgaði ikki upp av hesi orsøk, men helt fram at  liva og arbeiða, tó undir øðrum umstøðum.

Kristiliga Tíðindatænastan hevur havt samband við Una, har vit fregnaðust, hvat hann fór at tosa um. Tað, sum Uni m.a. kemur at hava frammi  verða tær avbjóðingar, sum honum møtti, eftir ferðsluóhappið, har hann gjørdist blindur. Tað er einki at ivast í, at Uni fer at hava nakað at siga ráðstevnuluttakurunum, sum tann einstaki luttakarin kann taka við sær í sína lívsskjáttu.

 

 

JONI EARECKSON TADA
Av øðrum forvitnisligum fyrilestrarhaldarum er at nevna, at heimskenda kvinnan Joni Eareckson Tada verður eisini at síggja á stórskýggjanum á GLS-stevnuni í ár. Joni kom eisini út fyri einum óhappi á ungum árum, sum gjørdi hana avlamna frá hálsinum og niður. Hon stovnaði ein felgasskap, sum hevur til endamáls at arbeiða fyri menniskju, ið bera brek. Hóast Joni ikki kann brúka hendurnar at skriva við, so hevur hon skrivað meira enn 50 bøkur. Einki at ivast í verður tað nógv hjá luttakarunum at heinta undir fyrilestrinum hjá Joni Eareckson  Tada.

Sum eitt kuriosum kann nevnast, at fyri nógvum árum síðani var ein fundur avtalaður við Joni og mann hennara, undir eini vitjan í Keypmannahavn, har Joni varð kunnað um Føroyar, samstundis sum hon fekk handaðan ein Føroyakalendara. Endamálið við fundinum var at bjóða Joni til Føroyar, men í einum persónligum brævið seinni svaraðu hon og maðurin, at tey takkaðu fyri innbjóðingina, men at hetta ikki lat seg gera sum umstøðurnar vóru.

TILMELDING
Tilmeldingar- og upplýsingartilfar er sent út til samkomur, kirkjur, stovnar og fyritøkur, og GLS-skrivstovan tekur ímóti tilmeldingum. Ein kann melda til og gjalda við at fara inn á heimasíðuna GLS.FO har eisini upplýsingar um bankkontu eru at heinta.  Um ein ynskir hjálp við tilmelding ella øðrum ber til at ringja á tlf: 292980 ella senda teldupost til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.  Kostnaðurin er 1.200,00 krónur, og tá er morgunmatur, døgurði, drekkasteðgur  og undirvísingartilfar íroknað.

Skrivað hevur:
Kristiliga Tíðindatænasta v/ Poul Jóhan Djurhuus – This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo