NÝGGJ FLØGA - Ingálvur av Reyni

Nýggj fløga við Ingálvi av Reyni

"Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar" er heitið á nýggjari fløguútgávu, har Ingálvur av Reyni syngur. Talan er um tvífløgur við 30 sangum, 15 á hvørjari fløgu.
  
Ingálvur, ið var listamálari, var virkin sangari frá ungum árum av og upp í aldrandi ár síni. Hann sang í sangkórinum í Ebenezer. Harafturat sang hann saman við smærri bólkum – Sangbrøðrum, Dupultkvartettini í Ebenezer og sum tvísangari, eitt nú saman við Sunnevu Háberg.
  
Best minnast vit Ingálv sum

einsangara og sum ein, ið mangan var at hoyra, tá ið kvøðuljómar Útvarpsins vóru í hæddini í seksti-, sjeyti- og áttatiárunum. Somuleiðis, tá ið hann sang passiónsálmar um páskirnar, fyriskipaðir av Ívari Iversen og Ólavi Hátún.
  
Sangupptøkurnar á fløgunum, har nakrar eru saman við áðurnevndu sangarum, fevna um eitt tíðarskeið á gott og væl tríati ár, frá 1958 til 1989.
  
Í fløguhúsanum, sum er skrýddur við tekningum og málningum eftir Ingálv sjálvan, eru sangtekstirnir at finna eins og søgubrot um Ingálv í sang- og tónleikahøpi.
  
Fløgan, sum Evangeliska Røddin gevur út, er komin handlarnar og kostar 189 kr.

NÝGGJA FLØGAN FÆST HER:

Í Havn:
   EvR - ring: Dánjal Poulsen tlf. 212600 / Klæmint Weihe tlf. 216644 / Jógvan Hammer tlf. 511616,
                                                                                  ella send teldupost til evr: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 

   TUTL á Káta Horninum
   ELDING á Hoyvíksvegnum
   POWER í SMS
   LOGOS Bókahandil, J.Nolsøesgøta

Í Klaksvík:
   EvR - Ring: Kári Kjelnæs tlf. 256000
   LEIKALUND

   ALFA BÓKAHANDIL

Eysturoy:
   VITIN, Saltangará
   EFFO, Leirvík

Vágar:
   FK, Miðvági
   John Poulsen, Vatnsoyrar

Suðuroy:
   Torgið, Vágur
   Heimavirkið, Vágur
   D. J. Vilhelm, Vágur
   Zacharias Müller, Porkeri
 

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo