Tøkniligar avbjóðingar

Tøkniligar avbjóðingar (Jarðarferð Zacharias Zachariassen)

Fyri nøkrum árum síðan útvegaði Evangeliska Røddin sær videoútgerð, at netvarpa, taka upp, klippa til og varðveita.
   
Á heimasíðuni, evr.fo ber til at síggja sendingar sum gjørdar eru (hygg undir Netvarp). Eisini eru nógvir fyrilestrar tiknir upp (hygg undir Ordid.fo)
   
Leygardagin 26. aug. 2017 netvarpaðu vit beinleiðis úr

Filadelfia í Gøtu frá jarðarferðini hjá Zacharias Zachariassen.

Netvarpingin eydnaðist tíbetur sera væl. Um leið 2400 fólk íalt sóu sendingina beinleiðis. Um leið 1350 teldur vóru á netinum, í kjallaranum í Filadelfia eini 200 fólk, í Gøtu Kirkju, uppiá eini 500 og í kjallaranum eini 200.

Fleiri, serliga uttanlands, hava boðað EvR frá, at tey eru glað og takksom fyri henda nýggja møguleikan, at "tað er sum at vera á staðnum", sjálvt um tey eru stødd aðrastaðni á klótuni.

Eitt lítið tekniskt brek var tó, tá ið upptøkan frá jarðarferðini skuldi goymast. Endin av upptøkuni hvarv, einir 20 minuttir. Nú er tann trupuleikin loystur.

Her er upptøkan í fullari longd:   TRÝST HER!  

  

  

 

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo