Zacharias

Jógvan Júst Rasmussen skrivar:

21. august tók Harrin tænara Sín, Zacharias Zachariassen, heim til Sín. Hugsaði kanska at luta nøkur minni og gullkorn frá Zachariasi.

Menniskjað Zacharias
• Fyrsta minni, eg havi um Zacharias, var einaferð hann talaði í Betesda. Eg havi verið heilt lítil tá. Eg bleiv so spentur, tá ið eg sá hann á talarastólinum, og spurdi mammu, um hatta var

Jim Reeves. Teir munnu hava líkst nógv í mínum barnaeygum. Mamma fór at flenna, og er tað nokk einasta barnaminni, eg havi um at nakar vaksin flenti á møtinum.
• Eitt annað minni er frá tíðini, tá ið mamma var vorðin sjúk og lá á hospitalinum. Pápi, Karin og eg vóru á veg út úr Parnassinum á Hotel Hafnia og møta Zachariasi, sum er á veg inn. Hann steðgar og spyr, hvussu mamma hevur tað. Minnist, hvussu imponeraður eg var, at hann skuldi vita, hvørji vit vóru, og at mamma var sjúk.
• So eitt minni afturat. Eg var á barnalegu og hevði fingið ilt í annað beinið. Tað hevur nokk ikki havt tað stóra upp á seg, men Zacharias sá, at eg hevði fingið ilt og spurdi, hvat bagdi. Løgið, hvussu slíkt situr eftir.

Lærarin Zachariassen
Mong okkara hava rík minni frá  barnamøtunum, Zacharias plagdi at hava saman við vitjandi eingilskmonnum. Ein søga hjá Zachariasi, sum serliga situr eftir, er søgan um hønuna, sum bjargaði ungum sínum, tá ið eldur kom í bóndagarðin, og alt fór upp í royk. Høsnarungarnir vóru bjargaðir, tí mamman hevði fjalt teir undir veingjum sínum. Søgan er ein rík lýsing av Kristusi, og dugdi Zacharias sera væl at lýsa tað.

Bíbliulærarin Zacharias var nakað serligt. Minnist, stutt eftir at eg var farin á bíbliuskúla, at eg fekk eina útvarpstalu hjá honum sendandi. Evnið var Hebrearabrævið. Vit høvdu júst tá um Hebrearabrævið í skúlanum, og var tað imponerandi at hoyra, hvussu væl Zacharias kendi hesa bókina. Hann tosaði út frá kapitli 9 um verk Kristusar í tátíð, nútíð og framtíð. Vers 26, segði hann, sigur um Kristus, at Hann er “opinberaður eina ferð fyri allar til at taka burt syndina við ofri Sínum.” Tað er frelsan í tátíð. Vers 24, segði hann, sigur um Kristus, at “Hann fór inn í sjálvan Himmalin fyri nú at stíga fram fyri ásjón Guds, okkum til besta.” Tað er frelsan í nútíð. Vers 29, segði Zacharias, sigur um Kristus, at Hann skal “aðru ferð – uttan synd – opinbera Seg, teimum til frelsu, sum bíða eftir Honum.” Tað er frelsan í framtíð.
Øll, sum hava lurtað eftir Zachariasi, vita, at hetta um frelsuna í tátíð, nútíð og framtíð var nakað, sum hann ofta talaði um. Bert fyri nøkrum fáum vikum síðani lurtaði eg eftir nøkrum bíbliutímum hjá honum á “Orðið.fo.” Hann talaði um hetta sama evnið og vísti á, hvussu rættvísgerðingin serliga hevur við frelsuna í tátíð at gera, at heilaggerðingin hevur serliga við frelsuna í nútíð at gera og at dýrdargerðingin hevur serliga við frelsuna í framtíð at gera. Hann hevði upplivað frelsuna í tátíð og nútíð. Nú hevur hann eisini upplivað hana í framtíð.

Slóðbrótarin Zacharias
Zacharias var slóðbrótari. Hann var fyrsti føroyingurin úr okkara samkomum at fara á bíbliuskúla og í nýggjari tíð at fara í fulltíðartænastu. Tá ið Brynleif tók stig til at fara undir barnalegur, átti Zacharias ein týðandi lut. Í 1965 bjóðaði hann David Peckham, vinmanni sínum úr Moorlands, til Føroya. Pecham var við New Tribes Mission (NTM), og var hetta byrjanin til samarbeiðið millum NTM og føroysku samkomurnar. Ein hevur ofta verið spurdur av trúboðarum innan NTM, hvussu tað ber til, at tað eru so nógvir føroyingar við NTM. Hetta er jú eingin sjálvfylgja. Eitt nú eru næstan eingir skotar við NTM. Tað kunnu sjálvandi nógvar grundir verða givnar fyri nærknýtta sambandinum, men eitt kunnu vit við vissu siga: Tað byrjaði við, at Zacharias bjóðaði einum vinmanni til Føroya.

—————-

Vit báðir Zacharias høvdu bíbliutímarnar á eini ungdómslegu í Zarepta í 1991. Zacharias talaði um Samson. Í Dómarabókini 16.17 sigur Samson: “So missi eg styrki mína … og verði sum ein og hvør annar.” Viðmerkingin hjá Zachariasi til versið var: “Hatta er júst tað, Satan er úti eftir, at vit skulu vera sum ein og hvør annar.”
Vit kunnu siga um Zacharias, at hatta kláraði Satan ikki at gera við hann. Hann var maður Guds til tað síðsta.

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo