Tankar, nú Zacharias Zachariassen trúboðari er farin

Bárður á Lakjuni skrivar:
 
Tankar nú Zacharias Zachariassen trúboðari er farin   

”Hin fremsti í víngarði Harrans tú var og bjargaði sálum úr vanda; eingin er maður í mansins stað, so djúpt tíni fótaspor standa

Eitt stórmenni, ápostul og skald við tær av fold er farið, tú bíbil og sálmabók føroyingum gav, tær verða tín minnisvarði!”

Soleiðis ljóða tvey tey seinastu ørindini í hugvekjandi yrking, sum Pól F yrkti sum eftirmæli til Victor Danielsen, eftir at hann andaðist kyndilsmessunátt í 1961.

Hesi orðini komu fram fyri meg, tá tað frættist, at Zacharias Zachariassen var farin at vera hjá Harranum.

Vitsti, at hann var veikur og var komin tí æviga nær, men boðini, at hann nú er stigin um markið og ikki kemur aftur, numu meg á onkran serligan hátt.  Á ein hátt eitt sindur løgið; eg meini so við, eg havi ikki slitið gáttina í Tróndargøtu 10 og hann ikki mína á Sýnini 12, og ikki eru vit nær í slekt – eg eri haraftrat fleiri enn fýra áratíggju yngri. Okkurt hevur hann tó vakt í mær, og tað er ivaleyst tí, at eg siti og skrivi.

Eg havi mítt andaliga heim í brøðrasamkomuni. Zacharias vígdi sum ungur lív sítt til fulltíðartænastu sum trúboðari í samkomuni, so í míni verð hevur hann altíð 'verið har'. Og tað var eisini á møti, eg fekk eitt seinasta prát við hann. Tað var sunnudagin hin 9.juli. Eg vitjaði í Filadelfia við sangi henda morgunin, og aftaná møtið kom Zacharias til mín og takkaði fyri góðan sang og gav sær stundir til eitt lítið prát. Sum so mangan. Fittur, fyrikomandi, eyðmjúkur og áhugaður. Vakurt síðsta minni at eiga.

Zacharias var ómetaliga væl gávaður á nógvum økjum. Ein úrmælingur á mangan hátt. Bíbliulærari sum fáur. Málsligt flogvit. Og ikki minst musikalskur.

Nógvar yrkingar og týðingar hansara osa av málsligum og musikalskum yvirskoti, eitt nú ”Lívsmynstur vevarans”, har hann meistarliga lýsir tað fløkta lívsmynstrið, sum Harrin einaferð skal ”á rættuna venda”, sum hann sigur.

Triðja ørindi ljóðar soleiðis: ”Tá skjúttilin ei meira gongur, og Gud dregur vadmalið frá, og bummurin slær ikki longur, tá fullvæl vit skilja hans ráð, hví júst hinir myrkastu træðrir, sum gylla tey ljósastu bond, í mynstrinum gjørdust so fagrir í Meistarans alkønu hond!”

Fantastiskur boðskapur, framborin so meistarliga.

Seinastu ferð, eg hoyrdi Zacharias tala, var á samfelagsstevnuni í Runavík á páskum í ár. Hann helt eina so ómetaliga góða og rørandi talu. Yvirskriftin, hann hevði valt at seta á, var ”Trældómur forgeingiligleikans”.

Eg dugi ikki at endurgeva alt tað, hann segði, men tað talaði til mín. Hann dugdi so væl, so livandi og ærliga at lýsa, hvussu vit trælka undir forgeingiligleikanum. Sjúka, skilnaður, stríð, strev og deyði er tað, vit stríðast við – eisini vit, ið trúgva. Men vónin er í tí, sum er omanfyri sólina – ein livandi vón um tað óforgeingiliga, sum vit eiga í tí himmalska. Sum gevur styrki og mót og áræði til tað dagatal, okkum er tilmált. Inntil vit verða tikin upp í dýrd – dýrdargjørd – sum Zacharias eisini elskaði at tosa um.

Týðingin, ”Tað finst ein vón”, sigur tað so ómetaliga væl: ”Tað finst ein vón, sum royndir lívsins stóð, sum hevjar eygað upp um grøv og deyð, har eg skal skoða Hann, sum leið og læt sítt blóð, og dýrdina Hann beyð. Tá endar sorg og líðing svár, og turkað verður burt hvørt tár. Mín sál skal kenna sanna gleði, gleim, tí hon er komin heim!”

Í Hebrearabrævinum, trettanda kapituli, verður okkum álagt at minnast vegleiðarar okkara. ”Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!”

Eg kann av sonnum siga, at Zacharias Zachariassen var mær ein fyrimyndarligur vegleiðari, sum eg fari at minnast við gleði og virðing. Hann stríddi hitt góða stríð trúarinnar.

Tað liggur ein stórur andaligur og málsligur skattur eftir Zacharias. Og av tí at hann hevur latið so nógv ymiskt úr hondum, ja, so livir hann á ein hátt víðari, hóast likamliga farin um sýn. Ein strofa úr yrkingini, ”Mikið varð mær givið” kemur mær til hugs. Karsten Hoydal yrkti. Teir báðir kunnu ikki samanberast reint hugsjónarliga, men til felags eiga teir, at nógv skrivligt tilfar liggur eftir. Karsten sigur soleiðis: ”...kanska lív úr mínum eygnagloppi tá í nýggjum glómum kyndir log.” 

Soleiðis er tað skrivaða orðið – tað livir víðari.

Sangirnir fara framhaldandi at inspirera, ugga og eggja; og bøkurnar fara framhaldandi at upplýsa, læra og geva vísdóm. At kynda Andans log – í nýggjum eins og í eldri glómum.

Tit, ið næst honum vóru, eiga mína djúpastu samkenslu.

Ærað veri minni um Zacharias Zachariassen.

Bárður á Lakjuni

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo