Zacharias Zachariassen farin

Jóannes Hansen skrivar:

Zacharias Zachariassen er farin 

Mánadagin bórust deyðsboðini av Zachariasi Zachariassen í Norðragøtu. Hann var føddur sætta august í 1935 og hevði fyri stuttum 82 ára føðingardag. 

Í fram ímóti seksti árum var Zacharias trúboðari innan brøðrasamkomurnar í Føroyum, har hann er væl kendur og umtóktur. 

Barnaheimið var í Mortansstovu í Norðragøtu. Foreldrini vóru Annilena, sum var fødd Tausen og ættað úr Runavík, og Jákup Zachariassen úr Mortansstovu. Tey fingu sjey børn. Zacharias var elstur, og hini eru Hermund, sum býr á Argjum, Marni, sum býr í Vejle, tvíburarnir Hallbjørg og Arnbjørg, sum búgva ávikavíst í Aarhus og Fredericia, Flóvin, sum býr í Norðragøtu og Jan, sum býr í

Kolding. 

Merkisvert var tað, at øll børnini hjá Annilenu og Jákupi Zachariassen uttan Zacharias og Flóvin vóru deyv frá føðingini av. 

Zacharias lærdi til rørleggjara. Fyrst arbeiddi hann hjá pápa sínum, sum eitt nú fekst við at leggja miðstøðuhita, og síðani fór hann

til Havnar, har hann í 1956 gjørdi læruna lidna hjá Mariu Poulsen. 

Zacharias var fyrsti føroyingurin, sum fór á Moorlands bíbliuskúlan í Onglandi, har fleiri føroyingar seinni leitaðu sær. Hann fór á skúlan í 1958, og eftir at hann hevði verið har í trý ár, flutti hann aftur til Føroya, og tað er her, at hann síðani hevur verið í fulltíðar tænastu sum trúboðari. Hann varð roknaður at vera stinnur í skriftunum, talari við stórum  myndugleika, og hann hevði stórt hjartað fyri tí einstaka. Tað hevur ofta verið tikið til, at Zacharias var fyrsti trúboðarin í nýggja ættarliðnum, eftir at Victor Danielsen – hann doyði í 1961 - og seinni Andrew Sloan – hann doyði í 1973 - løgdu frá sær. 

Øll tey, sum hava havt við Zacharias at gera – og tey eru rættiliga mong – munnu geva honum skoðsmálið, at hann var friðarligur, fyrikomandi, fjølgávaður og trúfastur maður, sum í fram ímóti seksti árum ferðaðist kring oyggjarnar og uttanlands, og sum samstundis útinti risastórt skrivligt avrik. 

Hann mundi vitja í flestu um ikki øllum bygdunum við gleðiboðskapinum. Tey fyrru árini var Zacharias nógv uppi í barnaarbeiði, og ofta ferðaðist hann saman við vinmonnum, sum hann hevði lært at kenna, meðan hann var í Onglandi. 

Gávurnar at fáast við skaldskap í bundnum máli vóru framúr, og eitt nú saman við vinmanninum Jens Guttesen, sála, gav hann føroyingum nógvar sangir og kór, sum framvegis verða nógv nýtt. Tað, sum Zacharias hevur yrkt, er eyðkent av alski til móðurmálið, skaldskaparligum hegni og stórum kærleika til boðskapin, sum altíð var berandi. 

Góðu sangrøddina og gávurnar at fáast við tónleik vórðu nýttar í somu tænastu. Fyri umleið 57 árum síðani varð fyrsta plátan útgivin, og eisini nýggjari útgávur eru framvegis at hoyra. At hann spenti víða og fylgdi við í tí, sum synirnir tókust við, er at hoyra á øðrum útgávum enn hansara egnu. 

Vinmaðurin frá árunum í Onglandi, Brynleif Hansen, sum var ættaður úr Fuglafirði, var undangongumaður, tá ið Zarepta í Vatnsoyrum varð tikið í nýtslu í 1967. Zacharias stuðlaði honum væl, og hann var uppi í tí arbeiðnum til tað síðsta. Hansara serliga ábyrgd var bíbliuskeiðið, sum er seinnapartin av august. Zacharias fór saman við øðrum undir hesi skeið fyrrapartin av seksti árunum. 

Fyrstu árini vóru tey kring landið, men síðani Zarepta var veruleiki, hava tey verið har vesturi. Tá ið hann fyri tveimum árum síðani fór um tey áttati, gav Zacharias leiðsluábyrgdina til yngri kreftir. Í næstu viku verður bíbliuskeiðið. Tá ið tey hittast, plagar at verða steðgað á og hugsað um tey, sum eru farin síðani í fjør. Nú verður sessurin hjá Zachariasi tómur, og tað fer at kennast heilt undarligt. 

Tað sást ikki aldur á Zachariasi, sum luttók á samfelagsstevnuni, sum samkomurnar á Skálafjørðinum skipaðu fyri á páskum. Hann var ætlaður at hava leiklut á samfelagsstevnuni í Klaksvík á hvitusunnu, men tá bar hann seg undan, tí hann kendi seg ikki væl. Inntil álvarsama bakkastið tíðliga í summar, sum nú var orsøk til, at hann ikki orkaði meir, var heilsan framúr góð, og styrkin so mikið nógv, at hann var virkin á fleiri mótum. 

Síðst í seksti árunum fór Zacharias saman við Brynleifi Hansen og Páll Poulsen undir at geva Røddina út. Talan var um tíðarrit við kristiligum innihaldi. Seinni varð heitið broytt til Leirkerið, sum Zacharias framvegis var blaðstjóri á, nú hann flutti.  

Umframt at geva tíðarritið út, er Leirkerið eisini bókaforlag, sum Zacharias hevði saman við bróðrinum Flóvini. Forlagið hevur givið eina ørgrynnu av bókum og bóklingum og heftum út, og teir báðir hava hjá so mongum røkt uppgávuna, sum tað verður roknað við, at forløg taka sær av – at hjálpa øðrum við handritum og útgávum. Nú Zacharias legði árarnar inn, lógu fleiri handrit á skrivaraborðinum. 

Sjálvur skrivaði Zacharias fleiri bøkur. Størsta takið mundi vera 455 síður stóra bókin Bíblian á føroyskum í hálva øld. Hetta er verk, har Zacharias legði fram granskingartilfar, sum er framúr áhugavert søgubrot um stóra verkið, sum tað var hjá Victori Danielsen at týða Bíbliuna og um móttøkuna, sum Bíblian fekk millum leik og lærd, og eisini um arbeiðið hjá Victori við sálmum og sangum – at yrkja, týða og at geva sangbøkur út. Í arbeiðnum at fyrireika nýggja útgávu av sangbókini, sum varð givin út fyri tveimum árum síðani við heitinum Nýggja Sangbók Guds Fólks, var Zacharias stórur stuðul hjá nevndini, ið fyrireikaði útgávuna. Nógvar av perlunum hjá Zachariasi eru í Nýggju Sangbók. 

Tað átti at verið rúm fyri, at almennu Føroyar heiðraðu mentanarlig avrik av tí slagnum, sum Zacharias legði úr hondum. Hetta var tó ikki nakað, sum hann hugsaði um. At seta seg sjálvan í miðdepulin og rokna við heiðri og samsýning frá menniskjum kom honum ikki til hugs. Tað snúði seg um at tæna honum, ið hann sum blaðungur setti sítt álit á til æviga sælu, og nú hevur hann hoyrt heilsuna: Gott tú góði og trúgvi tænari. 

Zacharias var giftur Lis, sum er ættað úr Klaksvík. Foreldur hennara vóru Petrina og Arni Ziskasen. Lis og Zacharias búðu í barnaheimi hansara. Synir teirra eru Arni, sum býr í Norðragøtu, og Pætur, sum í Aalborg. Í fyrru giftu átti Zacharias tríggjar synir - Dánjal, sum býr í Keypmannahavn, og Jákup og Jógvan, sum búgva í høvuðsstaðnum. 

Jarðarferðin verður leygardagin úr Filadelfia í Gøtu, sum var andaliga heimið hjá Zachariasi. 

                                                                        Jóannes Hansen

kelda: Sosialurin

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo