ZACHARIAS FARIN

Í gjár andaðist Zacharias Zachariassen í Norðragøtu, 82 ára gamal. 

Zacharias var í næstan seksti ár trúboðari innan brøðrasamkomurnar í Føroyum. Frá 1958 og trý ár fram var hann undir útbúgving á Moorlands bíbliuskúlanum í Onglandi, og síðani hevur hann virkað í Føroyum og eisini uttanlands. 

Umframt at ferðast kring oyggjarnar og halda møtir fekst Zacharias nógv við skrivligt arbeiði. Saman við bróðrinum Flóvini hevði hann Forlagið Leirkerið, sum gevur tíðarritið Leirkerið út.

Harumframt gav forlagið eina rúgvu av bókum og bóklingum út. Zacharias skrivaði fleiri bøkur, og forlagið hjálpti nógvum øðrum við handritum og útgávum. 

Zacharias hevur yrkt og umsett eina rúgvu av sangum og kórum. Hann var musikalskur og gav fyri næstan seksti árum síðani fyrstu plátuna út. Sangir hjá honum eru at hoyra á útgávum hjá so mongum øðrum.

Kelda: in.fo  Eyðun Klakstein 22.08.2017 (11:35)

Andlát
Zacharias Zachariassen, trúboðari, úr Norðragøtu, andaðist mánadagin 21. august, 82 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 17.
Jarðarferðin verður úr Filadelfia í Gøtu leygardagin kl. 13.
Minnisgáva kann latast Zarepta, konta í peningastovnunum.

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo